Vit arbeiða fyri at geva okkara gestum eina fantastiska uppliving!

RIB62 er tín veitari tá tað snýr seg um bátatúrar kring oyggjarnar í Føroyum.

RIB62 heldur til á Bakkavegi 2 á Velbastað, har vit hava góðar karmar at virka undir. Sjálvt um RIB62 heldur til á Velbastað so ber væl til at leiga okkum til túrar kring alt landið, hetta tí at vit kunnu koyra bátin til staðið har tú ynskir at sigla frá. RIB62 skipar fyri egnum túrum, sum verða lýstir her á heimasíðuni, facebook, og kunning.fo. Harumframt ber til hjá tykkum at bíleggja túrar eftir egnum ynski.